Uttanlands

- Hugsanin hjá Sjúrði Skaale kundi ikki verið meira skeiv

Hetta vísir, at Sambandsflokkurin er einasti verulig samríkjaflokkur í Føroyum, meðan Javnaðarflokkurin hevur eina samleikakreppu. Hetta vísir Anna Falkenberg, sum sjálvandi vil varðveita fólkatingssessirnar, á

Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg eftir valsigrar teirra 31. oktober 2022. Tey hava seinastu árini samstarva um ymiskt á Christiansborg, men beint nú eru tey rúkandi ósamd í einum grundleggjandi: Hvørjan legitimitet hava sessir teirra - og burdu tey í roynd og veru verið har (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg eftir valsigrar teirra 31. oktober 2022. Tey hava seinastu árini samstarva um ymiskt á Christiansborg, men beint nú eru tey rúkandi ósamd í einum grundleggjandi: Hvørjan legitimitet hava sessir teirra - og burdu tey í roynd og veru verið har (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-24 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sjálvandi skulu vit varðveita norðuratlantisku fólkatingssessirnar Tað vildi verið púra skeivt at niðurlagt føroysku og grønlendsku fólkatingssessirnar. Í politikki ræður tað um at hava ávirkan, og so leingi sum lógir verða gjørdar í danska fólkatinginum, sum hava ávirkan á Føroyar, so leingi skulu vit varðveita fólkatingssessirnar.

Soleiðis byrjar Anna Falkenberg sítt skriv, sum er eitt aftursvar til eina samøðu við Sjúrður Skaale í gjár.

Tað var við danska blaðið Weekendavisen, at fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin millum annað segði, at hann heldur, at mandatið hjá norðuratlantisku í roynd og veru er "illegitimt".

- Tað er talan um ein "systemfeil" í donsku skipanini, tá fýra norðuratlantisk mandat kunnu avgerða eitt fólkatingsval ella um ein ráðharri skal koppast ella ei.

Fyrr í dag vóru júst Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg við at bjarga ráðharranum Lars Aagaard (Moderaterne). Eitt misálit var reist á hann, men vegna føroysku og grønlendsku atkvøðnum, fall Aagaard júst ikki.

Les eisini: Lars Aagaard yvirlivdi atkvøðugreiðslu um misálit

Les meira: Sjurður Skaale: Umboð úr Føroyum burdu ikki sitið í Fólkatinginum framyvir

Anna Falkenberg heldur, at samstarvsfelagin skjýturvið síðuna av. Serliga tá hann sigur, at føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir eru við at máa støðið undan fólkaræðinum. Talan er um ein grundlógarspurning, og føroyingar skulu hava sína ávirkan, skrivar hon.

- Føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir hava rætt til sín sess. Tað stendur í Grundlógini. Fólkatingið lóggevur á økjum, sum enn ikki eru yvirtikin. Sambandsflokkurin fer ongantíð at góðtaka, at vit bara skulu lata onnur smíðja lógir, sum ávirka føroyingar í Danmark og Føroyum, uttan at vit hava nakra ávirkan.

[object Object]Anna Falkenberg varð fyrstu ferð vald á Fólkating í 2022. Tá varð Sjúrður Skaale valdur fyri fjórðu ferð á rað.

- Javnaðarflokkurin hevur eina samleikakreppu
Sjúrður Skaale sær eina framtíð fyri sær, har føroyskir politikkarar ikki longur sita á Christianborg.

Í einari tíð, har ríkisstøðan hevur verið nakað meira á breddanum enn undanfarnu ár, vil Sambandsumboðið á Fólkatingi nú staðfesta, "at Sambandsflokkurin er einasti verulig samríkjaflokkur í Føroyum". Trupulleikn er Javnaðarflokkurin, skrivar Anna Falkenberg.

- Mótsatt Javnaðarflokkinum, so hevur Sambandsflokkurin ikki eina samleikakreppu, tí vit vita, hvat vit vilja, og fara altíð at gera tað greitt fyri føroyingum, at Sambandsflokkurin vil varðveita Ríkisfelagsskapin (...).

Um Sjúrður Skaale og Javnaðarflokkurin ikki longur tíma at røkja sessin á fólkatingi, so kunnu tey bara lata onnur gera tað – eingin noyðir Javnaðarflokkin at ogna sær sessir, sum tey opinbart fáa so ilt í afturpartin av.

Anna Falkenberg varð fyrstu ferð vald á Fólkating í 2022. Tá varð Sjúrður Skaale valdur fyri fjórðu ferð á rað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder