Dansk Folkeparti finst at danska politisambandinum, sum sambært teimum ikki tekur maskuforboðið í álvara.
"Løgreglan hevur sent eitt veikt signal fyri einaferðs skyld. Hetta hevur politisambandið partvíst skyldina í, tá tey siga, at maskuforboðið kann verða ringt at handhevja og kann elva til trupulleikar," sigur Peter Skaarup úr Dansk Folkeparti við DR.
"Eg haldi tað er fínasta slag, tí tað vísir, at vit hava eina løgreglu, ið kann troysta fólk. Og soleiðis er løgreglan. Tað yvirraskar meg, at myndin fyllir so nógv, tá løgreglan sum heild hevur gott samband við borgaran hvønn dag," segði Claus Oxenfeldt, formaður í politisambandinum um viralu myndina av løgreglukvinnuni, ið klemmaði eina kvinnu í niqab undir mótmælistiltakinum á Nørrebro í august.
Tað er hendan orðingin, ið Dansk Folkeparti finst at.
"Eg haldi, vit skulu taka málið í álvara. Tað vil siga, at vit skulu geva fólki bót, um tey ganga úti í burka. Í staðin fyri at geva eitt klemm, skal mann geva eina bót," sigur Peter Skaarup úr Dansk Folkeparti.
"Vit skulu ikki finna okkum í tí, men vísa, at vit taka tær lógirnar, vit gera á Christiansborg, í álvara. Soleiðis er tað í øðrum londum, og hetta er ein greið áheitan til løgregluna um at gera tað arbeiðið, tey eru sett til at gera," sigur hann.
Claus Oxenfeldt vísir á, at tað var loyvt at vera í burka, niqab og annað, ið fjalir andlitið, meðan mótmælistiltakið var, tí fólkini høvdu rætt til at savna seg og mótmæla, tí var mótmælistiltakið at rokna sum eitt viðurkenningarvert endamál. Sostatt gjørdi kvinnan á myndini einki skeivt.
"Eg eri tó samdur í, at tá ein nýggj lóg kemur í gildi, so er tað uppgávan hjá løgregluni at fylgja henni," sigur Claux Oxenfeldt.
Les eisini: Mynd av donskum løgreglufólki og kvinnu í niqab deild kring heimin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald