Mentan

– Møguleikin er ikki brúktur nóg ofta

Hóast tað ber til at lata heiðursgávur til útlendingar, sum hava stimbrað føroyska ands- og mentanarlívið, er tað ikki ein møguleiki, sum er brúktur ofta, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til fyrispurning hjá Tórbjørn Jacobsen

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum (Savnsmynd)

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum (Savnsmynd)

2021-05-10 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í føroyska ands- og mentanarlívinum er tað serliga skaldskapurin, sum hevur avbjóðingar av, at Føroyar eru partur av einum lutfalsliga lítlum máløki og harvið hava ein ógvuliga avmarkaðan marknað fyri sølu av eitt nú bókum, ritum, og tónsettum yrkingum. Føroyskur skaldskapur hevði tí ikki verið komin so víða uttan leiklutin hjá týðarum úr øðrum londum sum Danmark, Noregi og Íslandi.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, sum heldur, at Føroyar eiga at geva fólki, sum hava stimbrað føroyska mentanarlívið eina viðurkenning og serligan heiður.

Tí setti hann landsstýrismanninum í mentamálum, Jenis av Rana, fyrispurning um hetta.

– Hevur landsstýrismaðurin umhugsað møguleikan at skipa soleiðis fyri, at tær almennu Føroyar kunnu veita útlendingum, ið stórliga hava stimbrað føroyskum ands-og mentanarlívi, onkran uppibornan heiður?

Í svari til Tórbjørn Jacobsen sigur Jenis av Rana, at hann heldur spurningin vera bæði týdningarmiklan og virðiligan. Tað er altíð sera gleðiligt, tá eisini onnur enn føroyingar eru við til at økja um kunnleika til okkara ands-og mentanarlív, t.d. við at týða okkara bókmentir til onnur mál, sigur hann.

Landsstýrismaðurin vísir á, at Føroyar longu nú kunnu veita útlendingum ein slíkan heiður, og fekk íslendski Jón Hilmar Magnússon m.a. heiður í 2006 fyri arbeiði sítt við íslendsk-føroysku orðabókini, sum kom út í 2005.

Landsstýrismaðurin hevur heimild at lata "aðrar heiðurgávur til listafólk, mentafólk ella felagsskap" sambært kunngerðini um stuðul til mentan og list – eisini útlendingum. Jenis av Rana ásannar tó, at møguleikin helst burdi verið brúktur oftari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder