Uttanlands

– Navlnyj fer ikki at doyggja í fongslinum

Russiski sendiharrin í Stórabretlandi heldur, at Aleksej Navalnyj bert roynir at fáa upmerksemi, tá hann biðjur um læknahjálp

Aleksej Navalnyj (Mynd: EPA)

Aleksej Navalnyj (Mynd: EPA)

2021-04-19 07:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj fer ikki at doyggja í fongslinum. Tað sigur russiski sendiharrin í Stórabretlandi, Andrej Kelin við BBC.

Aleksej Navalnyj fekk í februar hálvttriðja ára fongsulsrevsing, og síðan 31. mars hevur hann verið í hungursverkfalli. Fleiri læknar hava biðið um atgong til Navalnyj, tí at heilsustøða hansara er sera ring, og hevur hann tørv á læknahjálp, men Navalnyj er higartil ikki sloppin at verða kannaður av egnum lækna.

Les eisini: Læknar: Navalnyj er deyðasjúkur

– Sjálvandi sleppur hann ikki at doyggja í fongslinum, sigur Andrej Kelin, sum leggur afturat, at Navalnyj ber seg at sum eitt beist, sum roynir at bróta tær reglurnar sum eru ásettar.

– Har eru ávísar reglur galdandi í einum fongsli, bæði her og í Russlandi, sum snúgva seg um læknahjálp. Hann fær ta neyðugu hjálpina, og trúgv mær, vit fara at taka okkum av tí, sigur Kelin.

Russiski sendiharrin heldur, at Navalnyj bert roynir at fáa uppmerksemi, tá hann biðjur um at fáa læknahjálp.

– Í dag er okkurt galið við hansara vinstru hond, í morgin er tað beinið hjá honum, og so framvegis. Tað snýr seg um journalistar og uppmerksemi, sigur hann.

Jake Sullivan, trygdarráðgevi hjá amerikonsku stjórnini, sigur, sambært Ritzau, at hann hevur boðað russisku stjórnini frá, at tað fer at fáa avleiðingar, um Navalnyj doyr í fongslinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder