
Tað finst eingin perfekt fiskivinnuskipan. Um nakar roynir at fyrigykla tær annað, passar tað ikki. Allar hava ymiskar fyrimunir og vansar. Í botn og grund handlar tað um, hvønn tú spyr, tí áhugamálini eru ymisk, skrivar Óli Samró í einari greining í Blaðnum Vikuskifti.
Spyr tú politikarar í Norra, Føroyum ella Danmark er svari ymiskt frá politikara til politikara, tað veldst um politiskan lit, og ikki minst, hvar politikarin kemur frá. Ein politikari í Tromsø sigur eitt, í Sunmøre eitt annað, meðan politikarin í Oslo eitt triðja. Tað stutta av tí langa er, at tað finst ikki nøkur perfekt loysn. Fiskivinnan snýr seg bara um eitt: politikk, politikk og politikk. Ein fiskivinnuskipan er ikki biologi ella búskapur, men politikkur.
Fiskivinnan í Føroyum, Norra og Danmark hava nógv í felag. Skipini eru tey somu, skipari og manning eins dugnalig, fiskurin tann sami, og nógv tað mesta verður fiskað um somu tíð og á somu leiðum. Men so heldur líkskapurin uppat.
Óli Samró hevur í nýggjastu útgávuni av Blaðnum Vikuskifti eina greining av fíggjarligu avrikunum hjá reiðaríunum sum reka norska Eros, føroyska Finnur Fríða og donsku Ruth.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald