Innanlands

- Vit kenna ikki orsøkirnar til fosturtøku

Kanska gera vit okkurt rætt tá talið av fosturtøkum eru so lág, heldur landsstýrismaðurin

2019-11-20 14:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyaka heilsuverkið hevur ikki vitan um orsøkirnar til, at føroyskar kvinnur biðja um og fáa framt fosturtøku.

Hetta upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, á tingi í dag í svari til ein fyrispurning frá Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum.

Miðflokkatingmaðurin ynskti at fáa upplýst hví føroyskar kvinnur velja fosturtøku og ynskti eisini at fáa at vita um býtið millum kirurgiska og medisinska fosturtøku.

Landsstýrismaðurin hevði ikki ítøkilig tøl at geva tinginum, tí heilsuverkið ikki liggur inni við hesum.

Tað ber ikki til at upplýsa býtið millum kirurgiskar og medisinskar fosturtøkur, segði landsstýrismaðurin, og viðvíkjandi orsøkini til fosturtøku, so liggja sjúkrahúsini ikki inni við hesi kunning.

Tað er kommunulæknin hjá kvinnuni, sum metir um støðuna hjá kvinnuni, og henda meting kemur ikki víðari til sjúkrahúsið, sum skal fremja fosturtøkuna.

Steffan Klein Poulsen harmast um, at tað ikki ber til at fáa vitan um orsøkirnar, tí tær mugu kennast fyri at politiska skipanin kann stremba seg eftir at minka um talið av fosturtøkum.

Í 2018 vórðu 25 fosturtøkur framdar í Føroyum, og hetta talið er munandi lægri, enn tað fyrr hevur verið.

Steffan Klein Poulsen upplýsti, at í Danmark til dømis veit mann, at størstu orsøkirnar til at kvinnur velja fosturtøku eru ungur aldur, útbúgving og so fíggjarligar orsøkir.

- Eg ynski, at talið av fosturtøkun verður minst møguligt, og fyri meg eigur fíggjarlig støða ongantí vera orsøk til, at eitt barn ikki sleppur at liva, segði Steffan Klein Poulsen, sum eisini vísti á, at tað eru nógv í Føroyum, sum standa klár til at gerast ættleiðingarforeldur.

Landsstýrismaðurin ávaraði um at fara at broyta skipanina nú.

- Talið á fosturtøkum í Føroyum er lágt í mun til onnur lond, og tað kann vera orsøkin til, at vit gera okkurt rætt her í Føroyum, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder