Á hvørjum HM í fótbólti verður ein almennur HM sangur útgivin. Hesaferð er talan um “Live It Up” hjá Nicki Jam, sum hevur fingið Will Smith og Era Istrefi at hjálpa sær.
Men fyri okkum føroyingar er tað kanska heldur kolombianski HM sangurin, sum hevur áhugað. “Love” eftir Gianluca Vacchi og Sebastián Yatra hevur verið spældur fleiri enn 100 mió. ferðir á Youtube.
Nú er tað ikki sjálvur sangurin, sum er áhugaverdur, men sjónbandið, tí í sjónbandinum verður vitja kring allan heimin. Og har verður eisini vitjað í Gásadali. Saman við Vacchi og Yatra sæst kolombianska fótbóltsstjørnan James Rodriguez og brasilska fótbóltssjørnan Dani Alves spæla fótbólt í Gásadali.
Fótbóltsstjørnurnar hava tó ikki verið í Føroyum. Gásadalur er kliptur inn í sjónbandið, og tað sæst týðiliga, tá fótbóltsstjørnunar eru á stødd við háhús í mun til húsini í Gásadali.
James Rodriguez og Dani Alves síggjast spæla fótbólt í Gásadali frá 2:42 í sjónbandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald