13 føroyingar verða umborð á Logos Hope næstu vikurnar

Menninir, teir flestu úr Norðuroyggjum, skulu fyri tað mesta arbeiða í maskinrúminum. Skipið liggur í Karibiska havinum, og komu føroyingarnir uppá pláss í gjár eftir drúgva ferð

Undan fráferð úr Føroyum fyrradagin - nú eru teir farnir í gongd í Curaco (Mynd: komlogoshope/Trúboðin)

Undan fráferð úr Føroyum fyrradagin - nú eru teir farnir í gongd í Curaco (Mynd: komlogoshope/Trúboðin)

2025-04-24 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið kom eitt ferðalag við 13 føroyingum uppá pláss á karibisku oynni Curaco. Hetta eftir eina drúgva ferð, har menninir ferðaust umvegis Amsterdam - flogtúrurin úr Niðurlondum tók tíggju tímar.

Menninir, teir flestu úr Norðuroyggjum, hava longu verið umborð á Logos Hope og hugt seg umkring.

Hetta verður skrivað á Instagram-profili teirra "komlogoshope". Har ber til at fylgja við arbeiði teirra.

[object Object]

Farið er undir sjálvt arbeiðið í dag. Sum in.fo og Trúboðin skriva, so skulu førosku menninir fyri tað mesta vera í maskinrúminum.

- Talan er um maskinmeistarar og maskinsmiðir, sum nú eru á veg umborð á Logos Hope. Setningurin hjá teimum er at umvæla tveir motorar, at gera rørarbeiði og annars fyrifyllandi arbeiði. 

Lagið er gott í føroysku leguni, skriva teir sjálvir. Arbeiðast skal umborð á trúboðaraskipinum Logos Hope í umleið tríggjar vikur.

[object Object]

[object Object](Myndir: komlogoshope/intagram)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder