2018-08-01 18:07
Danska løgreglan kannar í løtuni eitt mál, har ein 14 ára gomul genta er neyðtikin til stóru fótbóltsstevnuna Dana Cup, sum hvørt ár er í Hjørring í Danmark.
Á hvørjum ári luttaka fleiri hundrað føroyskir fótbóltsunglingar á fótbóltsstevnuni. Millum annað HB og B36 høvdu fleiri ungdómslið við á stevnuni í ár.
Gentan hevur lýst neyðtøkumannin sum ein vælbygdan myrkan drong um 17 ára aldur. Neyðtøkan fór fram fríggjakvøldið, skrivar TV2.
Hetta er næsta neyðtøkumál við ársins stevnu.
Ein 16 ára gamal er eisini varðhaldsfongslaður fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu mikunáttina í síðstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald