Innanlands

15 prosent av føroyingum siga nei takk

Talið á teimum, sum hava valt ikki at fáa lýsingar í postkassan er spakuliga vaksið seinastu árini, upplýsir Posta fyri landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum hevur svarað fyrispurning frá Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-22 18:42 Author image
Alda Nielsdóttir

Talið á føroyingum, sum hava valt ikki at fáa lýsingar, sum verða bornar út av Posta hvørja viku, er spakuliga vaksið seinastu árini, og í løtuni eru tað uml. 15 prosent av føroyingunum, sum hava sagt nei takk til lýsingar.

Tað upplýsir Posta sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.

Tað var Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum setti landsstýrismanninum fyrispurning um evnið.

Hon vísti m.a. á, at fólk í dag sjálvi skulu biðja um at fáa eitt klistrimerki við tekstinum "Ongar lýsingar –takk” á postkassan, um tey ikki vilja hava lýsingabløð, og kundi mann í staðin gjørt eina "ja takk" skipan, har mann aktivt skal biðja um at fáa lýsingarbløð.

Grundarlagið fyri hesi broytingini er at minka um pappírsoyðsl, óneyðugt rusk og fyribyrgja, at fólk verða eggjað til at keypa meira, enn tey hava tørv á, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Hon vildi tí hava Jørgen Niclasen at greiða frá, hvat landsstýrismaðurin heldur um at seta eina slíka "ja takk" skipan í verk, hvussu nógv lýsingarbløð verða borin út til føroysk húsarhald, og hvussu nógv høvdu valt lýsingar frá.

Jørgen Niclasen vísir í svari sínum á, at Posta skipað sum partafelag og verður rikið við armslongd frá landsstýrinum. Útbering av lýsingarbløðum er privat vinna, og tí letur Posta ikki upplýsingar um nøgdir eins og onnur feløg.

Viðvíkjandi møguligari broyting av marknaðarføringslógini, sum m.a. ásetur reglur um lýsingarbløð, vísir landsstýrismaðurin til Umhvørvis- og vinnumálaráðið, sum varðar av hesum økinum.

Alt svarið hjá landsstýrismanninum kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald