Innanlands

15 smáttur niðri á Tjørn í Vágum

Hósdagin varð ein avtala undirskrivað um leiguøki niðri á Tjørn, har ætlanin er at byggja 15 smáttur til ferðavinnuendamál

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2024-11-09 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin varð ein avtala undirskrivað við smápartafelagið 04.10.2024 um leiguøki niðri á Tjørn, har ætlanin er at byggja 15 smáttur til ferðavinnuendamál.

Økið er 8.853 fermetrar, skrivar Vága kommuna.

– Vaksandi ferðavinnan eftirspyr góðar gistingamøguleikar og gisting sum brýtur frá tí vanliga. Náttúruvakra økið niðri við Tjørn, við útsýni oman á Leitisvatn og út á Trælanípu, verður partvíst ein perla við vøkrum stílfullum smáttum sum fella inn í landslagið. Smátturnar verða bygdar við føroyskum byggilistarligum dygdum, sum byggja á traditiónsríka føroyska byggilist, sum skulu fáa smátturnar at falla natúrliga inn í landslagið og skapa eina kenslu av friði og ró fyri gestirnar.

– Hendan verkætlanin passar væl til ta strategi kommunan hevur tá tað ræður um ferðavinnu. Ein verkætlen sum hendan er sosialt-, búskaparliga- og umhvørvisliga burðardygg. Lokalt fer verkætlanin at geva eitt íkast til trivnaðin og fer at geva nógv avleitt virksemi, sum gevur eitt gott fíggjarligt íkast til kommununa.

Stórur dentur verður lagdur á at tað ikki verður gjørt ov stórt inntriv á umhvørvið við niðri á Tjørn, skrivar kommunan.

Økið verður skipað við gøtum heldir enn vegum, men ein vegur og gøta verða, sum samstundis fer at leiða ferðsluna út í Nípu, heldir enn niðan eftir Hornavegnum.

Eitt grundøki til handils- og skrivstovuvirksemi niðri á Tjørn er eisini sett til sølu, og eitt tilboð er komið inn um at skipa handilsvirksemi á økinum, sum er 5.809 fermetrar.

Innkomna tilboðið verður viðgjørt á næsta fíggjarnevndar- og býráðsfundi, áðrenn endalig støða verður tikin til søluna, skrivar Vága kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder