Mentan

2 Summarkonsertir við Gøtu Kirkju Ungdómskóri

Sunnudagin 24. juni verður árliga summarkonsertin hjá Gøtu Kirkju Ungdómskórið

2018-06-23 10:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 24. juni verður árliga summarkonsertin hjá Gøtu Kirkju Ungdómskórið. Sum vant, hava vit tvær konsertir hendan dagin: 

Klokkan 16:00 - Aulan í Finsen, Tórshavn

Klokkan 20:00 - Gøtu Kirkja

Til konsertina verður øll sangskráin hjá kórinum framførd. Sangirnir kunnu stórt sæð deilast upp í tríggjar kategoriir: Ungdóms -, kirkju -, og pop/jazz/gospel kategori.

Kórið hevur havt eitt sera virki vár, og eisini fingið fleiri heiðurslønir hetta várið. Á føroyska kórfestivalinum í Norðurlandahúsinum fekk kórið 3. Heiðursløn frá dómarunum, og vann eisini heiðurslønina frá áskoðarunum.

Kórið hevur verið í Helsingborg í ár, og vann har 3 silvur heiðursmerkir.

Tiltøkini eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum.

Aftaná konsertina í Gøtu kirkju kl. 20.00 verður bjóðað til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder