Uttanlands

29 bjóða seg fram til russiska forsetavalið

Forsetaval verður í Russlandi í mars 2024

Russiski forsetin, Vladimir Putin stillar uppaftur til forsetavalið (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin stillar uppaftur til forsetavalið (Mynd: EPA)

2023-12-23 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 15. til 17. mars 2024 verður forsetaval í Russlandi, og higartil hava 29 valevni bjóðað seg fram, upplýsa valmyndugleikarnir í Russlandi, sambært russisku tíðindastovuni Tass.

Fyrr í hesum mánaðinum varð boðað frá, at sitandi forsetin, Vladimir Putin, stillar uppaftur til valið, og at val eisini verður hildið í hersettum ukrainum økjum.

Talan er um landslutirnir Kherson, Donetsk, Luhansk, og Zaporizjzja í Eysturukraina, sum sambært russum gjørdist partur av Russlandi eftir fólkaatkvøðu. Hendan fólkaatkvøðan var sambært vesturheiminum ólóglig.

Verður Putin afturvaldur, kann hann verða sitandi fram til 2030.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder