Innanlands

29 hvalir dripinir á Borðoyavík í morgun

Av tí at drápið hendi so tíðliga á morgni, vóru ikki so nógv fólk við hesuferð

Mynd: Savnsmynd

Mynd: Savnsmynd

2018-06-30 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, ið var funnin í Árnafirði um eitt-tíðina í nátt, varð dripin.

Ætlanin varð fyrst at reka hana inn á Hvannasundi, men at enda varð hon rikin inn á Borðoyavík. Talan var um eina lítla grind á 29 hval, sigur vakthavandi á politistøðini.

Grindin varð býtt millum tey, ið vóru við í drápinum, og av tí at drápið hendi so tíðliga á morgni, vóru ikki so nógv fólk við hesuferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder