2021-09-10 18:52

Í gjár vórðu 345 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Harav fingu 171 fólk fyrra prikið, 174 fólk fingu seinnu koppsetingina.
43 av koppsetingunum vórðu framdar í Fuglafirði, har eitt koppsetingarlið frá Sjúkrahúsverkinum var. Tað verður nú gjørt meira við at koma út um landið at koppseta, boða heilsumyndugleikarnir frá.
Nú hava 37.277 fólk fingið fyrru koppsetingina. 35.314 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru harvið liðugt koppsett, skrivar corona.fo.
Tilsamans 72.591 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald