2020-11-30 17:39

Higartil í ár eru 3.665 harur skotnar.
Tær eru skotnar á 212 túrum kring landið. Mest er skotið í “Dalhaga – Eystaripartur” í Vestmanna, har teir hava skotið 152 harur á tveimum túrum. Nummar tvey er ein annar hagi í Vestmanna, “Heygahagi – Innarahelvt”, har teir hava skotið 123 harur á fýra túrum.
At bendir á, at árið 2020 verður eitt gott haruár. Í 2019 kom samlaða talið upp á 5.853 harur, sum vórðu skotnar á 787 túrum. Verður veðrð nøkunlunda í desember mánað verður mett, at samlaða talið fyri í ár kemur væl uppum hetta.
Á myndini niðanfyri sæst, hvussu nógv er skotið tey ymisku árini frá 2012.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald