2019-07-04 14:05
Felags prógvhandan var fyri næmingar á Glasi hósdagin 27. juni í stórhøllini á Hálsi. 368 fingu prógv hendan dagin. Hetta var fyrsta prógvhandan, síðani skúlin flutti inn í nýggja bygningin í Marknagili.
Afturat teimum 368 eru um 100 lærlingar og næmingar, sum hava fingið skúlaváttan fyri 2. skúlaskeið. Á hægri útbúgvingunum vórðu 23 prógv handaði – so samlaða talið av lesandi, lærlingum og lesandi, sum hava fingið prógv, táttar í 500.
Fotografur tók mynd, tá hvør einstakur næmingur fekk prógvið handað. Somuleiðis vóru flokksmyndir tiknar beint eftir, at hvør flokkur hevði fingið prógvini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald