Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið 397 umsóknir til lestur á setrinum í 2019. Av teimum 397 umsóknunum eru 313 til tær 13 bachelorútbúgvingarnar, ið verða bjóðaðar út í 2019.
Fróðskaparsetrið skrivar, at talan er um 201 kvotu 1-umsóknir og 105 kvotu 2-umsóknir til bachelorútbúgvingarnar, umframt 7 umsóknir til nýggju bachelorútbúgvingina í maskinfrøði. Í fjør var talið av umsóknum 332 til bachelorútbúgvingarnar.
Tikið verður eisini inn til seks masterútbúgvingar og tvey hjánám. Til masterútbúgvingarnar komu 37 umsóknir inn og til hjánám komu 4 umsóknir inn.
Bachelorútbúgvingin í løgfrøði verður bjóðað út fyri fyrstu ferð í ár, og til hana komu heilar 49 umsóknir inn. Diplomútbúgvingin í listarligum arbeiði verður eisini bjóðað út á fyrsta sinni í ár, og til hana komu 25 umsóknir inn.
Umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og allir umsøkjarar fáa svar mikudagin 10. juli 2019.
Yvirlit yvir býtið millum útbúgvingarnar sæst niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald