Ferðamannastovan 62°N er í støðugum vøkstri, og økir nú útboðið hjá sær av seingjarplássum munandi.
Herfyri vann 62°N útboðið hjá Glasir, sum fevnir um útleigan av 49 kømrum á Skúlaheiminum í Marknagili til guesthousevirksemi, meðan næmingarnir á Glasir annars hava summarfrítíð. Avtalan er galdandi frá sumrinum 2020 til 2024.
- Hetta hevur stóran týdning fyri okkum á 62°N. Vit trúgva fult og fast upp á føroyska ferðavinnu. Her er eitt sera stórt potentiali, og við hesum eru vit við til at fullnýta tað,. slær Bergur Thomsen, stjóri, fast
Umframt kømur ber eisini til at leiga matarhøllina til veitslur og tiltøk og ávísar skúlastovur til skeiðs- og fundarvirksemi. Tað verður Súsanna Vang, sum eisini er leiðari á 62°N hotel, ið kemur at hava ábyrgdina av dagliga rakstrinum.
Í 62°N-samtakinum starvast umleið 40 fólk, og samtakið fevnir um ferðaskrivstovu, bilaleigu og hotellvirksemi.
Skúlaheimið (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald