2020-11-15 21:52

Tað kemur nógv inn í kassan hjá Reyða Krossi í kvøld. Landsinnsavningin er í gongd, hesaferð sum sjónvarp, og nú er upphæddin farin upp um milliónina.
Nýggjastu tølini siga at 1.130.399 krónur eru komnar inn higartil.
Nógvar fyritøkur lata upphæddir.
Okkurt árið eru 1,4 milliónir savnaðar inn við bússunum, og vónin er at fáa meira inn í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald