Í dag er seinna umfar av forsetavalinum í Moldova, har fólkið skal avgera, um sitandi forsetin, Maia Sandu sleppur at halda fram.
Sandu vann fyrra umfarið fyri tveimum vikum síðani við 42,45 prosent av atkvøðunum, meðan mótstøðumaður hennara, Alexandr Stoianoglo fekk 26 prosent. Fyri at vinna valið er tó neyðugt við yvir 50 prosent av atkvøðunum, og tí er aftur val í dag.
Í sambandi við fyrra valumfarið varð boðað frá russiskari uppíblanding, og vórðu fleiri hundrað fólk handtikin fyri valsvik. Hesa ferð verður aftur boðað frá, at russar hava lagt seg uppí valið, skrivar tíðindastovan Reuters.
Undir fyrra valumfarinum fyri tveimum vikum síðani skuldu borgarar eisini atkvøða, um um stjórnarskipanin í landinum skuldi broytast, so at limaskapur í ES kundi gerast ein strategisk raðfesting, og har var ein lítil meiriluti fyri.
Skuldsetingarnar um valsvik snúgva seg m.a. um eina skipan, har veljarar fáa pengar fyri at atkvøða. Russland hevur víst aftur, at russar skulu hava lagt seg uppí valið.
Valstøðini lótu upp klokkan fimm í morgun okkara tíð og lata aftur klokkan sjey í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald