Innanlands

Afturkalling av fleiri sløgum av rullupylsu

Orsøkin er, at vandi er fyri, at Listeria er í vørunum

(Mynd: Danish Crown)

(Mynd: Danish Crown)

2022-07-11 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danish Crown A/S afturkallar nú fleiri sløg av rullupylsum framleiddar 1. juni ella seinni.

Orsøkin er, at vandi er fyri, at bakteriarn Listeria monocytogenes er í vørunum. Sjúkueyðkenni fyri Listeriosu eru líknandi teimum fyri influensu - fepur, høvuðpína og í summum førum maga- og tarmtrupulleikar.

Vørurnar eru seldar í føroyskum handlum. Talan er um hesar vørur:

Góðbiti svínarullupylsa
Nettovekt: 100 g
Framleidd: 01.06.2022 ella seinri

PM Fleskarullupylsa
Nettovekt: 100 g
Framleidd: 01.06.2022 ella seinri

Pålækker Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Pålækker Røget rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Pålækker Friland Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Tulip Multipak
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Den Grønne Slagter Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Pålægs Slagteren Røget Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Pålægs Slagteren Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Viking Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Steff Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Steff Røget Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Egelykke Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

REMA 1000 Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

REMA 1000 Røget Rullepølse
Produktionsdato: 01.06.2022 ella seinri

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar á heimasíðuna, at dagføringar kunnu væntast í vørulistanum, og mint verður eisini á skip, sum hava provianterað uttanlands at hyggja at hesum vørum. Eigur mann nakra av hesum vørum, verður mælt til, at mann letur hana innaftur, har hon er keypt ella beinir vøruna burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder