2021-01-09 12:16

Virkið Eurofrugt A/S afturkallar nú eitt partí av pomelo fruktum. Orsøkin er, at ov høgt innihald av pesticidinum chlorpyrifos er funnið í fruktini.
Hetta er galdandi fyri vøruna Puravida Pomelo við EAN-strikukotuni 8713807008590.
Mett verður, at heilsuvandi kann vera við at eta vøruna, sum eisini er seld í føroyskum handlum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir tí til, at fólk beina vøruna burtur ella lata hana inn aftur, har hon er keypt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald