2019-12-10 06:29
Løgreglan kann enn einki siga um hendingina, sum var í Miðvági í nátt.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur við Portalin í morgun, at talan er um eina ’ekstraordinera’ hending, og tey hava avtalað at bíða við at siga nakað, fyrr enn almenna fráboðanin kemur í tíðindaskrivi.
Almenna fráboðanin kemur tá løgregluleiðslan er møtt til arbeiðis, og vaktleiðarin væntar, at tað hendir innan fyri tveir tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald