Innanlands

Alt fleiri hóva Aksel sum løgmann

Verandi løgmaður er nógv best umtøktur av floksformonnunum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-08-12 15:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstan 40 prosent av føroysku veljarunum svara Aksel V. Johannesen, tá teimum verður settur spurningurin: Hvør skal vera løgmaður?

Hetta vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. 500 fólk vóru við í kanningini, ið varð gjørd hósdagin 8. august.

37,5 prosent av peika á núverandi løgmann, og hetta er munandi meira enn tá vit spurdu sama spurning beint fyri ólavsøku. Tá fekk Aksel V. Johannesen stuðul frá 30,8 prosentum av teimum, ið svaraðu. Nú eru tað næstan 7 prosentstig fleiri, sum ynskja, at verandi løgmaður heldur fram.

Les eisini: Javnaðarflokkurin tekur inn á Fólkaflokkin

Allir hinir floksformenninir ganga aftur í mun til seinastu kanning.

Bárður á Steig, formaður Sambandsfloksins, færnú stuðul frá 19 prosentum, Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins frá 15,5 prosentum og Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis fær stuðul frá 10 prosentum.

Formenninir í teimum smáu flokkunum fáa so mikið lítlan stuðul, at hann liggur undir óvissuni í kanningini, sum er millum 0,9 og 3,8 prosentstig.

12,4 prosent svara ”onkran annan”, meðan 11,9 prosent av teimum 500 spurdu vistu ikki.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder