
Í ár ber til hjá føroyingum at royna eini heilt øðrvísi jól í Andalusia heilt har suðuri í Spania. Sólorka, sum hendan mánaðin hevur oman fyri 500 føroyingar á vitjan á sponsku Costa Blanca, tekur í desember eitt nýtt stig.
- Fleiri av gestum okkara hava havt eitt ynski um at vitja Andalusia. Summi hava spurt um møguleikan fyri eini skíðferiu, og uppaftur onnur hava spurt okkum, um vit kunnu skipa fyri onkrum á jólum, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku. – Nú hava vit so valt at royna at sameina øll hesi trý ynskini.
Tróndur Djurhuus upplýsir, at hesaferð er talan um eina vitjan í tí framúr vakra og søguríka andalusiska býnum Granada við tí kenda Alhambra-skansanum. Her ber til at njóta arabiska dámin í seinasta spanska emiratinum, sum fall í 1492.
- Droymir tú um eini hvít jól á skíðum í nakrar dagar, orna vit fyri tí, sigur stjórin í Sólorku. Vit skipa eisini fyri jólaaftanshaldi í vøkrum og søguliga spennandi umhvørvi. Tú kanst koma við út undir myrkasta himmalin í Europa við teimum túsundtals stjørnunum. Tú kanst vitja í Córdoba, sum einaferð var týdningarmesti býur í øllum Europa – og í bergtakandi og søguliga Ronda. Tú kanst gera eins og Gordon Ramsey og vitja í Riofrio, har tey ala styrjurnar, sum geva okkum heimsins besta kaviar.
Jólavitjanin er frá 21. til 30. desember. Sum vant flúgva gestirnir í sólorkuflogfari - hesaferð beinleiðis millum Vágar og Granada. Teir kunnu velja millum at gista 4- ella 5-stjørnaðum hotelli.
- Men tað ræður um at skunda sær, tí sølan endar í oktober, sigur Tróndur Djurhuus. Tað ber til at lesa meira her: www.solorka.fo/granada-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald