
Amerikanarar, sum lendu í Nuuk sunnukvøldið, eru í morgun ávegis aftur til USA.
Grønlendski miðilin Sermitsiaq skrivar, at eitt amerikanskt Hercules-flogfar er í ferð við at fara av flogvøllinum í grønlendska høvuðsstaðnum.
Fleiri skottryggir bilar verða koyrdir umborð saman við fleiri ferðafólkum. Helst er talan um ferðalagið, sum skuldi fyrireika vitjanina hjá amerikonsku varaforsetafrúuni, Usha Vance seinni í vikuni.
Sunnukvøldið lendu tvey amerikonsk Hercules-flogfør í Nuuk. Umborð vóru fýra skottryggir bilar og fólk, sum skuldu hjálpa til undir vitjanini.
Sunnukvøldið lendi eitt flogfar hjá Atlantsflogi eisini í grønlendska høvuðsstaðnum við donskum løgreglufólkum í sambandi við ætlaðu vitjanina hjá amerikanarum.
Les eisini: 60 donsk løgreglufólk við Atlantsflogi til Nuuk
Ætlanin var, at Usha Vance saman við m.ø. amerikanska trygdarráðgevanum, Mike Waltz, og amerikanska orkumálaráðharranum, Christ Wright skuldi vitja í m.a. Nuuk og Sisimiut, men nú er boðað frá, at ætlanirnar eru broyttar.
Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance fer við konuni til Grønlands, og skal amerikanarar í staðin vitja herstøðina Pituffik Space Base. Tað er enn ógreitt, um Mike Waltz og Chris Wright framvegis luttaka í vitjanini.
Les eisini: Amerikanski varaforsetin eisini til Grønlands
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald