Uttanlands

Amerikanski hægstirætturin fingið nýggjan dómara

Ketanji Brown Jackson, sum seinnapartin varð svórin í eið, er fyrsta afroamerikanska kvinnan at sita í amerikanska hægstarættinum

(Mynd: CNN)

(Mynd: CNN)

2022-06-30 18:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin varð ein nýggjur hægstærættardómari svórin í eið í USA.

Talan er um um 51 ára gomlu Ketanji Brown Jackson, sum varð góðkend av senatinum í apríl við 53 atkvøðum fyri og 47 ímóti.

Ketanji Brown Jackson hevur yvirtikið sessin hjá 83 ára gamla Stephen Breyer, sum í dag er farin frá vegna aldur eftir meira enn 27 ár sum hægstarættardómari.

Talan er um eina søguliga hending, tí Kentaji Brown Jackson, sum nú er vorðin 116. dómarin í amerikanska hægstarættinum, er eisini fyrsta afroamerikanska kvinnan, sum situr í hægstarættinum.

Stephen Breyer er, eins og Ketanji Brown Jackson, liberalur, og hevur hetta sostatt ikki ávirkað býtið millum liberalar og konservativar dómarar í hægstarættinum. Í løtuni eru seks av níggju dómarum konservativir. 

Ein dómari í amerikanska hægstarættinum kann sita fyri lívið, ella inntil hann velur at leggja frá sær.

Ketanji Brown Jackson hevur seinasta árið verið dómari í einum kærudómstóli í Washington D.C. Áðrenn hetta var hon umdømisdómari í átta ár, og eisini hevur hon arbeitt fyri Stephen Breyer, sum hon júst hevur avloyst.

– Eg havi verið dómari í nærum tíggju ár nú, og eg taki ábyrgdina og skyldur mínar at verða óheft í størsta álvara, sigur Ketanji Brown Jackson, sambært CNN.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder