
– Tað er vinsemi, ikki provokatión, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump um ætlaðu vitjanina hjá amerikarum í Grønlandi hósdagin.
Les eisini: – USA hevur ikki virðing fyri grønlendska fólkinum
Talan er m.a. um amerikonsku varaforsetafrúuna, Usha Vance, trygdarráðgevan Mike Waltz, og orkumálaráðharran Chris Wright.
Trump væntar eisini, at uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio fer at leggja leiðina framvið Grønlandi, skriva amerikanskir miðlar. Um Rubio verður partur av ferðalagnum, sum vitjar hósdagin, ella um hann hevur ætlanir um at vitja seinni, er ikki greitt.
Trump sigur, at tað eru grønlendingar, sum hava boðið amerikanarum á vitjan, men tað er ikki rætt, sigur grønlendska landsstýrið.
– Grønlendska stjórnin hevur ikki bjóðað nøkrum á vitjan, hvørki alment ella privat, skrivar grønlendska landsstýrið á Facebook.
– Núverandi stjórnin er ein fyribils stjórn, sum bíðar eftir, at nýggj stjórn verður skipað, og tað heita vit á onnur lond um at virða.
Herfyri segði virkandi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Múte B. Egede, at amerikanarar ikki fáa nakran fund við umboð fyri grønlendsku stjórnina. Tað ber ikki til, fyrr enn eitt nýtt landsstýri hevur tikið við, sigur hann.
Les eisini: Amerikanarar fáa ongan fund við grønlendsk stjórnarumboð
Les eisini: - Tey koma ikki vegna brúnu eygu okkara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald