Andreas Norlén varð í dag afturvaldur sum formaður í svenska tjóðartinginum, Riksdagen av nývaldi svenska tinginum.
Formaðurin í svenska tinginum hevur heitið talman. Norlén, sum er limur í konservativa flokkinum Moderaterna, hevur verið talman síðan september 2018.
Borgarligu flokkarnir – Sverigedemokraterna, Moderaterna, Kistdemokraterna og Liberalerna, ið hava meiriluta í svenska tinginum, samdust um, at Norlén skuldi halda fram.
Blái blokkur fekk meiriluta í tinginum, eftir valið 11. september, og tað er formaðurin hjá Moderaterna, Ulf Kristersson, sum nú er í ferð við at skipa stjórn.
Kristersson sigur, sambært Ritzau, at tað gongur væl við samráðingunum higartil, og hevur hann eina greiða ætlan um, hvussu stjórn hansara skal síggja út. Mikudagin skal hann hitta Norlén og greiða honum frá, hvussu tætt flokkarnir eru komin at einum samgongugrundarlagi.
Norlén heldur tó, at tað fer at vera ein góð løta, áðrenn ein nýggj stjórn er komin uppá pláss, men tó metir hann, at tað fer at ganga skjótari enn eftir valið í 2018. Tá tók tað 134 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald