2019-09-20 20:44
Gekkurin í kvøld var serstakur. 3,6 mió. skattafríar krónur vóru uppá spæl í kvøld, og tað er tað hægsta, gekkaupphæddin nakrantíð hevur verið.
Tann hepni gekkaspælarin, sum slapp ígjøgnum við fullari plátu í kvøld var Anna Vestergaard úr Vági.
Hon gjørdi av at deila gekkaupphæddina í trý, so 1,2 mió. endaðu í hvørjum leypi heldur enn at koyra allar 3,6 mió. í ein leyp.
Í fyrsta snari endaði Anna á 10.000 krónur, sum faldað við fimm gjørdist 50.000 krónur, men hon gjørdi av at fara víðari.
Í næsta snari var Anna so heppin at lenda á gula leypin, og gjørdist hon sostatt 1,2 mió. ríkari.
Gekkaupphæddin komandi fríggjadag verður 2,6 mió.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald