2020-12-01 09:55

Í september mánaði var arbeiðsloysið í Føroyum 1,4 prosent, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar. Síðani koronufarsóttin rakti í mars, hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,8 prosentum.
Arbeiðsloysi á 1,4 prosent svarar til 403 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,9 prosent í september í fjør.
Í september var arbeiðsloysið 1,2 prosent hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 vóru tølini ávikavist 0,7 og 1,1 prosent.
Arbeiðsloysið er hægst í Suðuroy, har tað í september 2,1 prosent, men tað er munandi minni enn í mai mánaði, tá tað var komið upp á 6.4 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald