placeholder
Innanlands

Ársins ferðavinnufólk, Ársins eldsál, og Ársins nýbrot kosin

Svein í Heiðunum frá Smyril Line var Ársins ferðavinnufólk, Mimmy Vágsheyg, stovnari av Kafé Fríðu var Ársins eldsál, og Cafein á Mølini við Biritu Dalsgaard Olsen og Martini Karl Olsen var Ársins nýbrot

(Mynd: Vinnuhúsið)

(Mynd: Vinnuhúsið)

2024-11-09 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð ferðavinnustevna á Hotel Føroyum, og í hesum sambandi vórðu Ársins ferðavinnufólk, Ársins eldsál, og Ársins nýbrot kosin.

Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Biskopstø fyri kunningarstovurnar.

Tey, sum vórðu heiðrað, vóru hesi:

Ársins ferðavinnufólk: Svein í Heiðunum frá Smyril Line

Grundgeving: Hann er altíð til reiðar. Við jaligari tilgongd miðar hann eftir at finna loysnir. Sum ein høgguslokkur megnar hann at loysa fleiri uppgávur í einum og er allastaðni á ferð. Hann er altíð klárur at taka hond um uppgávur. Tá avbjóðingar standa fyri framman, sær hann møguleikar heldur enn forðingar. Við heilt serligum evnum megnar hann at fáa tingini at ganga smidliga, uttan mun til hvørjar avbjóðingar eru. Hann tryggjar, at ferðafólk fáa bestu tænastuna og at alt er er væl skipað. Hann er kendur fyri síni evni innan sølu- og tænastu, og megnar sum fáur at skipa og stýra verkætlanum við nærlagni.


Ársins eldsál: Mimmy Vágsheyg, stovnari og stjóri á Kafé Fríðu

Grundgeving: Hon er sera dugnalig og ein sonn eldsál. Hon hevur sterka rødd og brennir fyri sínum yrki. Við ágrýtni og áhaldni strembar hon eftir at menna matstovuvinnuna. Hon er tænastusinnað, er við til at lyfta mat-upplivingina í sínum øki, og hon borgar fyri góðari góðsku. Í hugnaliga umhvørvinum í Klaksvík stendur hon fyri veruligum vertskapi og veitir gestum sínum eina mat-uppliving og storytelling í einum. Hon er arbeiðssom og skipar fyri tiltøkum, einum fyri og øðrum eftir, og strembar eftir tí lýtaleysa avrikinum.


Ársins nýbrot: Cafein á Mølini við Biritu Dalsgaard Olsen og Martini Karl Olsen

Grundgeving: Tey eru áhaldandi, og eru við til at menna útboðið og hækka støðið í ferðavinnuni. Tey vóru eitt nýbrot frá fyrsta degi, og hava eina uppliving, sum nú lættliga kann røkkast av ferðafólki á umtókta ferðamálinum. Nýbrotið kann nú veruliga verða mett eftir sínum virði. Tey hava ment eitt tilboð, sum lívgar um heimstaðið og sum hevur gjørt ferðamálið meira livandi og atkomuligt. Tey eru vertir og móttøkutólið í oynni. Tey hava havt dirvi og viljan til áhaldandi at menna tilboðið. Tey hava vent eina staðbundna avbjóðing til eina staðbundna loysn, og úrslitið er eitt stað við fleiri møguleikum og betri atkomu. Sum vertir vóru tey klár tá tunnilin sá dagsins ljós, bæði ferðafólki og føroyingum til gagns.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder