Innanlands

Articon og J&K Petersen vilja gera arbeiðsvegir til tunlarnar Norður um Fjall

Ætlanin er at byrja í Ánunum áðrenn ársskiftið. Í januar fæst at vita hvør skal standa fyri at gera tunlarnar

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2020-12-04 21:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk hevði listatión í dag í sambandi við fyrireikingararbeiði til Tunlar Norður um Fjall. Tvey tilboð eru komin inn.

Í dag var lisitatión av arbeiðinum at gera arbeiðsvegir til komandi tunnilsmunnarnar til Tunlarnar Norður um Fjall.

Tvey tilboð komu inn upp á arbeiðið, ið Landsverk nú fer at gjøgnumganga. Vónandi verður støða tikin til tilboðini í komandi viku, so arbeiðstakarin kann byrja upp á arbeiðið í ár. Ætlanin er at byrja við avgrevstrinum í Ánunum, áðrenn hildið verður fram norðurum fyrst í komandi ári.

Hetta er byrjanin uppá stóra arbeiðið at skifta teir gomlu og ótíðarhóskandi tunlarnar út til eina nútíðarhóskandi og munandi betri farleið millum oyggjarnar.  

Lisitatiónin til sjálvt tunnilsarbeiðið er sett at vera seinast í januar 2021, so tá fæst eisini at vita, hvør skal standa fyri tunnilspartinum av arbeiðinum.

Innkomnu tilboðini:

Articon: 11.236.216 mió kr. 

J&K Petersen: 11.529.359 mió kr. 

Prísirnir eru uttan meirvirðisgjald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder