Eftir góða og langa viðgerð hevur nevndin fyri G! gjørt av, at festivalurin verður hildin í summar.
Festivalurin í ár verður 20. útgávan av G!, og tað fer festivalurrin at hátíðarhalda.
2.000 atgongumerki eru longu seld og seinastu 2.000 atgongumerkini verða nú løgd út til sølu. Atgongumerki til tjalding, kamping og annað verða løgd út 11. mai.
- Støðan kennist nú somikið trygg, at vit hava valt at halda fram við fyrireikingunum, sigur Sigvør Laksá, stjóri á festivalinum.
- Avgerðin verður fyrst og fremst bygd á, at vit ikki hava koronu í Föroyum og at tað tí ikki burdi verið nakað til hindurs fyri vit kunnu savnast 4.000 fólk, uttandura. So hóast tilmælini enn siga, at ikki fleiri enn 500 fólk kunnu samlast, kunnu vit ikki bíða meira eftir boðum frá myndugleikunum, sigur Sigvør.
Festivalurin hevur eina fíggjarætlan á 5,5 milliónir og 1.800 fólk eru á ymsan hátt virkin í skapanini av festivalinum. Praktisku fyrireikingarnar til festivalin krevja nógva tíð og orku, so nú leggja vit til brots og miðja eftir at gera okkara besta festival nakrantíð.
Nógv spennandi nøvn á G! í summar
Hóast óvissuna hava fyrireikararnir arbeitt leingi við eini spennandi skrá. Útlitini fyri longri uttanlandsferðum eru kanska ikki heilt góð enn, men soleiðis sum stöðan er í Föroyum, eigur ikki nakað at verða til hindurs fyri, at vit í Føroyum kunnu borðreiða við einari góðari festival uppliving.
Nógv kend növn eru á skrá til G! í summar. José González, Asaf Avidan, Tessa, Katatonia okkara egna Eivör og enn fleiri növn verða kunngjörd í næstum. Á gfestival.fo ber til at kunna seg um növnini og möguligt er eisini at keypa atgongumerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald