Børn kunnu sáa agurkir, læra at tekna smálutir, rokka til Jassarnir og nógv annað, tá Norðurlandahúsið bjóðar til Barnaviku 1. til 9. mai. Skráin er sum vanligt skræddaraseymað til børn, og har verða upplivingar til allar sansir.
Í plantuverkstovuni eru undirvísararnir Birgith Lassen og Ingilín D. Strøm til reiðar at greiða frá, hvussu tú kanst dyrka ymiskt leskiligt heima við hús. Her snýr tað seg um at fáa mold ímillum fingrarnar og sáa smá fræ, ið seinni, heima í vindeygakarminum ella á altanini, gerast til agurkir og piparfruktir.
Í tekniverkstovuni undirvísa tær báðar listakvinnurnar Astrid Andreasen og Guðrið Poulsen í at tekna smálutir og ikki minst at veruliga hyggja at myndevninum. Tí at tekna er at síggja. Síggja skap, linjur, litir, ljós og skugga.
Lundarnir Luddi og Lundisa eru eisini á skránni, eins og vikan eisini bjóðar finskan leik, hipp-hopp framførslu, sang, frásøgu, kanningarferð til Sandagerð og konsert við Jassunum.
Fleiri av tiltøkunum eru longu útseld, so tað ræður um at skunda sær, um ein vil hava atgongumerki.
Umfatandi skráin fyri Barnavikuna sæst her
Jassarnir spæla í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 7. mai
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald