Innanlands

Bátahylurin í Árnafirði skal nú gerast liðugur

Mánadagin varð sáttmáli undirskrivaður, og farið verður undir arbeiðið beinanvegin – Verkætlanin verður væntandi liðug í desember

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-07-13 11:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú skal bátahylurin í Árnafirði gerast liðugur. Mánadagin varð sáttmáli við Articon, arbeiðstakaran undirskrivaður, og verður farið undir arbeiðið beinavegin, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Tað er LBF, sum er ráðgevi í verkætlanini, sum væntast liðug í desember í ár.

Útbyggingin av bátahylinum í Árnafirði er eitt mál, sum farið var undir í 70unum, men sum ongantíð er komið á mál. Í 2021 varð ferð veruliga sett aftur á málið, og tá varð avtala eisini gjørd við Landsverk um tunnilsgrót frá tunlinum norður um fjall, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Mettur kostnaður við grótinum er 11,5 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder