2018-08-03 08:48
Løgreglan fekk eitt sindur at gera í gjárkvøldið, tá tvey smærri óhapp hendu um sama mundið. Samstundis sum ein lítil eldur var í einum húsum í Hósvík, sum Portalurin skrivaði um í gjárkvøldið, kom fráboðan um at ein bátur í bátahylinum í Fuglafirði tók sjógv inn.
Tá fráboðanin um gamla bátin í Fuglafirði kom, sendi løgreglan boð eftir sløkkiliðinum í Fuglafirði.
- Talan var um ein gamlan bát, sum møguliga ongan góðan eigur, varð sagt av løgreglustøðini.
Báturin hevði tikið nakað av sjógvi inn og var um at søkka. Sløkkiliðið pumpaði sjógvin úr aftur bátinum.
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald