
Flaggdagshaldið verður á Vaglinum flaggdagin, 25. apríl kl. 15.
Umframt skrúðgongu og flaggrøðu, verður eisini ein serlig heilsan frá bretsku stjórnini, nú tað í ár eru 85 ár síðani, at Stóra Bretland, sum tann fyrsta tjóðin, viðurkendi Merkið, sum føroyska flaggið.
Havnar Hornorkestur marsjerar saman við skótunum í Havn úr skúlagarðinum hjá Sankta Frans skúla oman á Vaglið, har Ben Arabo í ár heldur flaggrøðuna.
Ben Arabo er búsitandi á Oyrareingjum, har hann vaks upp. Ben Arabo er búskaparfrøðingur og hevur arbeitt í orkuvinnuni og fíggjarvinnuni í næstan 30 ár. M.a. búði hann nøkur ár í London og eitt ár í Jakarta, har hann arbeiddi fyri eitt amerikanskt oljufelag. Ben Arabo er aktivur í føroyska samfelagskjakinum, og hevur roynt seg sum rithøvund. Í sínum dagliga yrki, er Ben Arabo stjóri í Framtak, og situr í ymsum partafelagsnevndum.
Merkið viðurkent flagg í 85 ár
Í ár eru tað 85 ár síðani, at bretar, sum tann fyrsta tjóðin, viðurkendu Merkið, sum føroyska flaggið. Í hesum sambandi fer Neil Bellamy, verjufulltrúi á bretsku sendistovuni í danska kongsríkinum, at bera fram eina serliga heilsan, vegna bretsku stjórnina.
Harumframt vera eisini veteranar, umboðandi regimentið, sum var í Føroyum undir krígnum til staðar. Umboð fyri veteranarnar fara somuleiðis at bera fram eina heilsan, umframt at ein sekkjapípuleikari fer at seta sín dám á løtuna.
Bretska sendikvinnan til danska kongsríkið, Joëlle Jenny, sigur í viðmerking, at hon er sera fegin um at Stóra Bretland verður væl umboðað til flaggdagshaldið í ár.
Í ár eru 85 ár síðani bretska stjórnin formliga viðurkendi Merkið. Merkið er ein týdningarmikið ímynd av felags søgu okkara og eg eri errin av leiklutinum, sum Stóra Bretland hevur havt í Føroya søgu. Felags søga okkara er grundarsteinurin undir samstarvinum, har vit saman arbeiða fyri einari blómandi og tryggari framtíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald