Innanlands

Boð eftir Vón í gjár

Í gjár sóu fólk, at ein útlendskur seglbátur hevði trupulleikar í taranum út fyri Norðskála, og tí var Rescue Vón – eldri – sendur at kanna, um hann hevði tørv á hjálp, men seglbáturin megnaði sjálvur at sleppa leysur

Rescue Vón, eldri (Savnsmynd: jn.fo)

Rescue Vón, eldri (Savnsmynd: jn.fo)

2021-08-19 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan eitt í gjár varð Rescue Vón sendur at hjálpa einum útlendskum báti út fyri Norðskála.

Fólk sóu, at ein útlendskur seglbátur hevði trupulleikar í taranum út fyri Norðskála, og tí varð bjargingarbátur sendur á staðið at kanna, um báturin hevði brúk fyri hjálp.

Talan var ikki um nýggja bjargingarbátin hjá Eiðis Bjargingarfelag, sum kom til Eiðis í vikuni men um gamlu Rescue Vón, skrivar Vørn.

Tá Vón kom á staðið, kundi staðfestast, at tað ikki var neyðugt við hjálp, tí seglbáturin slapp leysur við egnari kraft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder