2024-11-09 10:14
Seinnapartin í gjár varð boðað frá stuldri í Bónus í Marknagili í Havn.
Fráboðanin kom klokkan 14, men hetta var hent beint áðrenn klokkan 12, og sum skilst vóru tað matvørur, sum vórðu stolnar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan hevur myndir av hendingini, og málið verður kannað víðari.
Í gjár varð eisini boðað frá herverki á Glyvrum, har onkur hevði brotið hurðina á einum sethúsum, sum stóðu tóm.
Fyribils sær ikki út til, at nakað varð stolið har, men málið verður kannað víðari í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald