-Vit fingu áheitan frá leiðsluni á Glasi um at steðga søluni av tubbaki. Vit valdu so at steðga søluni í skúlatíð, tí vit taka undir við at minka tubbaksnýtsluna millum tey ungu. Nú er greitt, at leiðslan á skúlanum ikki vil standa við sínar egnu ætlanir, og tí hava vit fyribils avgjørt at taka okkum úr átakinum.
Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS-samtakinum, sum eigur Bónus.
Avgerðin merkir, at tað aftur verður loyvt at keypa sigarettir í Bónus við Marknagilsvegin sambært galdandi tubbakslóggávu.
Síðan tíðindini fríggjadagin um at Bónus eftir áheitan frá leiðsluni á Glasi hevði avgjørt at steðga søluni av tubbaki í skúlatíð, eru fleiri fráboðanir komnar um, at talan bara er um eina áheitan frá leiðsluni. Eingin semja er gjørd við starvsfólkini á skúlanum, og ætlanin tykist ikki vera grundfest í starvsfólkahópinum. Haraftrat hevur kunningin til næmingarnar verið ógreið.
-Vit vilja fegin vera við til at minka um tubbaksnýtsluna hjá teimum ungu, men eitt tílíkt átak má vera betur fyrireikað. Í hesum føri er róð framundir, at Bónus er stigtakari til átakið, men tað eru vit ikki. Vit hava tí valt at bíða, til ein størri heildarætlan fyriliggur, sum vit kunnu taka støðu til, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS-samtakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald