Innanlands

Borgarafundur í Saksun um verndarøki

Tað eru borgarar í Saksun, sum hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja eitt øki við pollin, við heimild í Náttúruverndarlógini

(Mynd: Umhvørvisstovan)

(Mynd: Umhvørvisstovan)

2024-11-09 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 13. novembur verður borgarafundur um møguligt verndarøki í Saksun.

Fundurin verður á Kvíggjarhamri í Saksun mikudagin klokkan 19. Fundurin er almennur, men neyðugt er við tilmelding, skrivar Umhvørvisstovan.

Tað eru borgarar í Saksun, sum hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja eitt øki við pollin, við heimild í Náttúruverndarlógini.

Kunngerð um bráðfeingisvernd av sandheyggjunum varð sett í gildi í Saksun í summar, tí týðilig tekin vóru um slit. Uppmerking varð gjørd fyri at leiðbeina og fáa fólk at ganga út á sandin og runt um sandheyggjarnar. Gildistíðin hjá eini kunngerð um bráðfeingisvernd er avmarkað til fýra ár.

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri skipan av verndini, skrivar Umhvørvisstovan.

Skráin fyri fundin:

19.00 Vælkomin

19.05 Hví reisa verndarmál?

Umboð fyri stigtakarar

19.15 Verndarøki í Saksun

Theresa Jákupsdóttir, náttúrumálsviðgeri, Umhvørvisstovan

19.50 Orðið er frítt

20.30 Liðugt

Drekka verður at fáa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder