Uttanlands

Boris Johnson stuðlar Dominic Cummings

Ráðgevin hjá Boris Johnson, sum gjørdi ímóti einum ferðaforboði, tá hann hevði COVID-19 sjúkueyðkenni, hevur ikki gjørt nakað skeivt, sigur bretski forsætisráðharrin

Dominic Cummings, ráðgevi hjá Boris Johnson (Mynd: EPA)

Dominic Cummings, ráðgevi hjá Boris Johnson (Mynd: EPA)

2020-05-25 08:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast ein rúgva av limum í konservativa flokkinum hava heitt á Dominic Cummings, hægsta ráðgeva hjá Boris Johnson, um at leggja frá sær, skal hann ikki stúra fyri at verða koyrdur úr starvi. Tað ger bretski forsætisráðharrin greitt.

Dominic Cummings gjørdi einki skeivt, tá hann gjørdi ímóti einum ferðaforboði og koyrdi fleiri hundrað kilometrar burtur fyri at vitja foreldur síni, meðan hann hevði COVID-19 sjúkueyðkenni, sigur Boris Johnson.

Teir báðir hittust í Downing Street 10 í gjár, og bretski forstisráðharrin segði við miðlarnar uttanfyri, at hann ikki vildi illkenna Dominic Cummings fyri nakað.

Ráðgevin hjá Boris Johnson var saman við konu og barni farin til Norðuronglands til foreldur hansara, meðan tey vóru smittað ella hildu seg vera smittað við COVID-19, og áttu tey tí ikki at farið úr heimi sínum, verður sagt.

Orsøkin til, at tey valdu at fara var, at foreldrini hjá Dominic Cummings vóru tey einastu, sum kundu ansa eftir barninum, um hann og konan gjørdust álvarsliga sjúk.

– Niðurstøðan hjá mær er, at tað at ferðast til besta ansingarmøguleikan hjá barninum í einari slíkar støðu, hevði verið tað, øll foreldur høvdu gjørt, sigur Boris Johnson.

Les eisini: Vilja hava ráðgevan hjá Boris Johnson at leggja frá sær

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder