Innanlands

Brek á ljósunum til Kollafjarðartunnilin

Bilar kunnu koyra ígjøgnum hóast ljósini á munnanum lýsa reytt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-12-10 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bilar, sum koma norðaneftir og ætla gjøgnum tunnilin til Kaldbaksbotn í morgun, hava verið møttir av reyðum ljósi, sum merkir, at tunnilin er stongdur.

Men talan er um eitt brek í skipanini. Ongin vandi er at koyra gjøgnum tunnilin, sigur Landsverk við útvarpið.

Ferðslan norðureftir hevur koyrt ótarnað í morgun, men norðanfyri hevur verið long bíðirøð í morgun.

Bilførarar hava verið bidnir um at koyra ígjøgnum kortini.

Vanliga kunnu ljósini fjarstýrast. Men tað hevur ikki verið gjørligt í morgun. Reyðu stopp-ljósini verða nú sløkt manuelt, sigur umboð fyri Landsverk við útvarpið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder