
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við almanna- og mentamálum, hevur sett Eilif Magnusson Arge í starv sum Brekumboð.
Eilif Magnusson Arge er 34 ár, giftur, eigur tvey børn og er upprunaliga úr Klaksvík, og býr í Hoyvík. Hann hevur kandidatútbúgving í fólkaheilsu (cand.scient.san.publ) og bachelor í sálarfrøði.
Eilif hevur fleiri ára royndir í donsku miðfyrisitingini, har hann hevur starvast sum fulltrúi í Ankestyrelsen í 3,5 ár og spesialkonsulentur í Social- og Boligministeriet í 1,5 ár, áðrenn hann flutti heim aftur til Føroyar í august í ár.
Í lestrartíðini hevur hann arbeitt sum summarfrítíðaravloysari á bústovni undir Almannaverkinum. Hann byrjar í starvinum 1. oktober.
Brekumboðið er ein nýggj fyriskipan, sum hevur til endamáls at styrkja rættindi og livikor hjá fólki, ið bera brek. Brekumboðið skal hava eftirlit við, at føroysk lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan. Eisini skal Brekumboðið veita ráð og vegleiðing, gera kanningar og frágreiðingar, birta kjak og arbeiða fyri, at røddin hjá fólki, ið bera brek gerst týðilig í almenna rúminum, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald