Uttanlands

Bretska kongshúsið: Læknarnir eru stúrnir um støðuna

96-ára gamla Elizabeth drotning er undir læknafrøðiligum eftirliti, og øll børnini hjá Hennara Hátign eru á slottinum í Balmoral

2022-09-08 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bretska kongshúsið er í dag komið við einari óvanligari útsøgn, ið hevur elvt til stúran til Bretlandi og aðrastaðni: 

- Eftir fleiri kanningar í morgun eru læknarnir hjá drotningini stúrnir fyri heilsuni hjá Hennara Hátign og hava skotið upp, at hon verður verandi undir læknafrøðiligum eftirliti.

Hetta skrivar royal.uk, ið leggur afturat, at Elizabeth drotning tó hevur tað lutfalsliga gott á Balmoral-slottinum í eystara parti av Skotlandi, har tað er fjálgt.

Tað var har, at drotningin útnevndi nýggi bretska forsætisráðharrin, Liz Truss, týsdagin. Annars er siðvenja, at hetta verður gjørt á Buckingham Palace, men eins og til annað, ið hevur verið á skránni hjá Elizabeth drotning síðstu tíðina, hevur verið mett at tað ikki er ráðiligt hjá Hennara Hátign at ferðast.

Børnini hjá Elizabeth drotning hava fingið boð um støðuna og eru komin til Balmoral, har onnur í familjuni eru.

Miðlar og viðmerkjarar eru stúrin um støðuna, men einki er enn komið fram um, at hon er versnað ella júst um, hvat feilar drotningini.

Elizabeth drotning er 96-ára gomul og hevur havt krúnuna síðani 1953.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder