Tíðindini um, at bretski Philip prinsur andaðist fríggjadagin hevur fylt nógv í bretskum miðlum síðani, og í gjár boðaði bretska kringvarpið, BBC frá, at tey høvdu fingið nógvar klagur um ov nógvan dekning av deyða hansara.
Stutt eftir, at Buckingham Palace boðaði frá, at 99 ára gamli maðurin hjá drotningini, hertogin av Edinburgh, var deyður, vórðu fleiri sendingar tiknar av vanligu skránni.
Á sosiala miðlinum Twitter hava fólk eisini víst sína ónøgd við sjónvarpið hjá BBC seinastu dagarnar, skrivar tíðindastovan Reuters.
Millum tær sendingar, sum vórðu tiknar av skránni var ein partur av sendirøðini EastEnders, finalan í sendingini MasterChef UK, og ein fótbóltsdystur hjá eingilska kvinnulandsliðnum.
Sambært TV2 misti sjónvarpsrásin BBC 1 seks prosent av hyggjarunum millum klokkan 19 og 20 tað kvøldið, og hjá BBC 2 var talan um eina lækking á 65 prosent.
Les eisini: Jarðarferðin verður leygardagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald