2020-12-01 20:23

Í dag, týsdagin 1. december 2020, er nýggj bussleið byrjað at koyra millum Oyrarbakka og Kollfjarðardal.
Strandfaraskip Landsins boðar frá, at nýggja leiðin, sum fær navnið leið 450, fer at hava buss samband á Oyrarbakka við leið 400 úr Klaksvík.
Eisini verður samband við leið 200 av Eiði, leið 202 til Tjørnuvíkar og í Kollfjarðardali við leið 100 til Vestmanna.
Ferðaætlanin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald