Uttanlands

Charles formliga tikin í eið sum kongur

Á hátíðarløtu á St. James Palace í London fyrrapartin, varð nýggi bretski kongurin formliga útnevndur

Charles Kongur (Mynd: AP)

Charles Kongur (Mynd: AP)

2022-09-10 11:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í roynd og veru gjørdist Charles kongur ta løtuna mamma hansara, Elizabeth drotning andaðist hósdagin, men á hátíðarløtu fyrrapartin varð hann formliga útnevndur til kong.

Charles kongur, ið varð doyptur Charles Philip Arthur George er nú Charles III. Og fyrrapartin kom serliga ráðið saman á St. James’s Palace í London.

Eftir hetta svór Charles kongur eina eið og segði, at hann var sera tilvitaður um tær skyldur og ábyrgd hann hevur sum nýtt statsyvirhøvur.

– Eg fari at stremba eftir at fylgja ta fyrimyndina, sum eg havi fingið, segði nýggi kongurin.

Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð, at hátíðarhaldið, har serliga ráðið tilnevnir ein nýggjan kong ella drotning, verður víst í sjónvarpi.

Umframt nýggi bretski forsætisráðahrrin Liz Truss, vóru fleiri aðrir fyrrverandi forsætisráðharrar til staðar. M.a. Boris Johnson, Theresa May og David Cameron vóru til staðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder